Eysturoyartunnilin: Tølini peika rætta vegin

Eysturoyartunnilin: Tølini peika rætta vegin
Heldur góða gongdin fram, so sleppur landskassin frá at rinda veðhaldsgjaldið til Eysturoyar- og Sandoyartunnilin longu næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.08.2024 - 15:59

Tað gongur stútt og støðugt framá við ferðsluni í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum.

So nógv, at heldur hendan gongdin fram, so sleppur landskassin, longu áðrenn 2025 er liðugt, frá at rinda pengar fyri veðhaldið, sum landskassin gav tunnilsfelagnum, tá fíggingin til teir báðar seinastu undirsjóvartunlarnar varð fingin til høldar.

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar við Kringvarpið.

Í 2022 kostaði veðhaldið landskassanum 54 milliónir krónur. Í 2023 rindaði landskassin góðar 47 milliónir krónur og í ár eru 40 milliónir krónur settar av á fíggjarlógini.

Eisini var ætlanin at seta 27 og 18 milliónir krónur av í 2025 og 2026. Men nú er ikki vist at nakað skal setast av fyri 2026 og árini eftir tað.

Ja, um henda gongdin heldur fram, so sleppur landskassin frá at spaða til hjá okkum, sigur Teitur Samuelsen, stjóri. At alsamt fleiri brúka Eysturoyartunnilin, sum lat upp í desember 2020, vísa hagtølini týðiliga.

Fyrsta heila árið, sum var seinna korounuárið, 2021, koyrdu gott og væl 1,6 milliónir bilar ígjøgnum tunnilin.

Í 2022 vaks hetta talið við góðum 200.000 bilum upp í 1,8 milliónir bilar, og í 2023 løgdust upp aftur aðrir 200.000 bilar afturat, so samlaða ferðslan í Eysturoyartunlinum fór upp um tvær milliónir bilar.

Higartil í ár hava 1,2 milliónir bilar koyrt ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og tað eru sløk seks prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Tá skulu vit hava í huga, at vit í mai og í juni høvdu eitt verkfall, sum rakti bilferðsluna rættiliga hart, og tað sæst væl aftur í ferðslutølunum í øllum føroysku tunlunum.

Teitur Samuelsen, stjóri, er sum vera mann væl nøgdur við gongdina, tí tað er ikki bara í Eysturoyartunlinum, at tølini peika rættan veg.

Tað gera tey eisini í Sandoyartunlinum, har ferðslan í juli var meira enn tríggjar ferðir hægri enn tað, sum væntað varð, tá farið varð undir tunnilin.

Í juli koyrdu næstan 1.200 bilar ígjøgnum tunnilin samanborið við teir 350, sum roknað varð við frammanundan. Eisini henda økingin ger mun í samlaða roknskapinum, sigur Teitur Samuelsen.

- Økta ferðslan í Sandoyartunlinum gevur eina meirinntøku uppá umleið 12 milliónir krónur, og tað merkist, sigur hann.

Spurdur, hvat tað er, sum ger, at landskassin longu næsta ár sleppur undan gjaldinum, sigur tunnilsstjórin, at tað krevur eina størri lýsing. - Roknistykkið, sum veðhaldið byggir á, bygdi á tær fortreytir, sum vit høvdu tá, men har eru ymisk viðurskifti, sum eru broytt.

Millum annað er prísurin lækkaður, onkrir bilbólkar, sum nú eru, vóru ikki tá, og so eru tølini í Sandoyartunlinum munandi hægri, enn vit høvdu roknað við, og so kostar raksturin av tunlinum væl minni, enn vit roknaðu við frá byrjan.

Rakstrarkostnaðurin nú er umleið 60 prosent av tí, sum vit mettu áðrenn, og saman við hinum broytingum hevur tað við sær, at landskassin helst longu næsta ár sleppur undan at gjalda fyri veðhaldið, sigur Teitur Samuelsen.

Og so leggur hann afturat: - Hyggja vit so eftir samlaðu ferðslutølunum fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlunum, so er ikki longur nakar ivi um, at tað var rætt at byggja tunlarnar, sigur Teitur Samuelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870