Stúran fyri amerikanska búskapinum ávirkar japanska keypsskálan

Stúran fyri amerikanska búskapinum ávirkar japanska keypsskálan
Tá keypsskálin í Tokio lat aftur, var japanska Nikkei-225 indeksið fallið heili 12,4 prosent. Sambært tíðindastovuni AP er tað størsta fallið síðani 1987
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.08.2024 - 09:11

Á keypsskálanum í Japan eru tey farin at stúra fyri amerikanska búskapinum.

Tá keypsskálin í Tokio lat aftur, var japanska Nikkei-225 indeksið fallið heili 12,4 prosent.

Sambært tíðindastovuni AP er tað størsta fallið síðani 1987.

Orsøkin til stóra fallið eru búskaparligu lyklatølini úr USA, sum vórðu almannakunngjørd í síðstu viku.

Eygleiðarar rokna við, at gongdin á keypsskálanum í Tokio fer at síggjast aftur á øðrum skálum, bæði í Asia, Evropa og USA.

Síðani keypsskálin í Keypmannahavn lat upp í morgun, er leiðandi C25-indeksið fallið útvið fýra prosent.

Í USA verður nú roknað við, at leiðandi Nasdaq-indeksið - har millum annað størstu tøkni fyritøkurnar sum Apple, Tesla, Microsoft og Amazon eru skrásettar - fellur eini fimm prosent, tá keypsskálin letur upp seinnapartin, okkara tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891