Pelagos í Fuglafirði manglar makrel

Pelagos í Fuglafirði manglar makrel
Makrelfiskiskapurin við Føroyar er júst byrjaður, og tað kemur væl við hjá Pelagos í Fuglafirði, sum ikki hevur fingið so nógva rávøru í ár sum í fjør, sigur stjórin
Mynd: Savnsmynd  
 
07.08.2024 - 12:40

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos, fegnast um, at makrelfiskiskapurin er byrjaður aftur, hóast makrelurin, sum higartil er komin upp á land, ikki hevur verið so góður.

Í næstum fara føroysku skipini eisini í norskan sjógv at fiska makrel.

Og nú Pelagos ikki hevur fingið so nógvan fisk higartil í ár, hevur tað týdning fyri fyritøkuna at fáa part av veiðuni hjá føroysku skipunum í norskum sjógvi.

 

Avtalan við Noreg um makrel sigur, at allur makrelurin, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag, sum er norska uppboðssølan.

 

Joan_Pauli_Joensen_um_makrelfiskiskapin

 

35.000 tons í norskum sjógvi

Føroyar sleppa at fiska 35.191 tons, 40 prosent, av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi. 

Norsku skipini byrjaðu tríggjar vikur fyrr í ár enn í fjør at fiska makrel. Og fiskiskapurin hjá teimum er góður.

Makrelurin er millum 420 til 470 gramm.

Skipini fáa 9,92 kr. í okkara pengum fyri kilo av feskum makreli.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672