Venjarakarrusellin hjá ÍF koyrir víðari

Venjarakarrusellin hjá ÍF koyrir víðari
Høvuðsvenjarin hjá ÍF, Jákup Martin Joensen, hevur valt at siga seg úr starvi. Ólavur Larsen, ið var hjálparvenjari, verður høvuðsvenjari restina av árinum
Jákup Martin Joensen, ið stendur uttast til høgru, hevur sagt upp sum ÍF-venjari. Ólavur Larsen, ið sæst uttast til vinstru og sum var hjálparvenjari, er nú høvuðsvenjari
Mynd: ÍF á Facebook  
 
07.08.2024 - 09:00

ÍF boðar nú frá, at venjarin, Jákup Martin Joensen, hevur sagt seg úr starvinum. 

Sambært ÍF, so følir Jákup Martin Joensen ikki, at hann hevur meira at geva felagnum.

Avgerðin kemur eftir, at ÍF á heimavølli í gjárkvøldið fekk ein syngjandi 0-6-lúsing frá oddaliðnum Víkingi.  

Jákup Martin Joensen tók við venjarastarvinujm í ÍF eftir at Aleksandar Jovevic varð uppsagdur, tá fimm dystir vóru leiktir í ár. 

 

Ólavur Larsen tekur yvir

ÍF hevur gjørt avtalu við Ólav Larsen um at taka sær av besta liðnum restina av kappingarárinum. Christian Høgni Jacobsen verður hjálparvenjari, Jákup Mikkelsen, málmansvenjari. Heri Johnsson, vøddaviðgeri, og Heðin Olsen, sum heldur fram sum kroppsligur venjari. 

ÍF hevur trý stig eftir 17 umfør og liggur langt aftast í bestu fótbóltsdeildini við monnum. Sjey stig eru upp til níggjunda plássið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086