Um 60.000 lundapør í Mykinesi, kanska fleiri

Um 60.000 lundapør í Mykinesi, kanska fleiri
Tað er nógv til av lunda í Mykinesi, sigur Silas Olofson, sum saman við Jan Aldará hevur verið í Mykinesi og kannað fuglalívið
Tað er nógvur lundi til í Mykinesi í ár, sigur Silas Olofsson, fuglaserkønur
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
11.08.2024 - 20:26
 - Tað stendur væl til. Tað, vit síggja, er, at síðan 2017 er vend komin í, og vit síggja, at tær fyrstu pisurnar, sum komu undan tá, nú eru byrjaðar at taka land aftur og byrja at reiðrast sjálvar.
 
Tað sigur Silas Olofson, fuglaserkønur, sum seinastu tíðina hevur kannað fuglalívið í Mykinesi.
 
Tað eru sjálvandi umstøðurnar í náttúruni, sum hava sína ávirkan á lundastovnin, sum sambært metingunum er upp á 60.000 lundapør, ella kanska enn meira, beint nú.
 
Gøtan út í hólman hevur verið stongd síðan 2021 og sambært Silasi Olofson hevur tað ávirkan, at gøtan er stongd, tí fuglurin fær frið. Og tað hevur við sær, at fuglurin nú eigur kring allan hólman, sigur hann.
 
Hoyr innslagið, sum var í tíðindasendingini klokkan 18 sunnukvøldið.
 
Silas_um_fugl_i_Mykinesi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205