Jónleif verður stjóri á Skúlatrøð

Jónleif verður stjóri á Skúlatrøð
Jónleif Johannesen er settur sum skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík
 
16.08.2024 - 17:33

Jónleif Johannesen er 46 ára gamal. Hann tók læraraprógv í 2004, hevur diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu og ein part av leiðsluútbúgving á masterstøði í námsfrøðiliga leiðslu, umframt longri skeið í leiðslumenning.

Hann hevur starvast sum lærari og AKT- lærari í Føroyum, og hevur bæði verið nevndarlimur í Føroya Lærarafelag og formaður í Skúlaleiðarafelagnum. Harumframt hevur hann verið fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi og varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla.

Seinasta hálva árið hevur hann arbeitt sum fulltrúi á fólkaskúlaøkinum í Undirvísingarstýrinum, har hansara arbeiðsøki m.a. hevur verið at skipa undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Jónleif Johannesen tekur við starvinum sum skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650