90 fólk siga seg hava havt koronu

90 fólk siga seg hava havt koronu
90 fólk hava boðað frá, at tey hava havt koronu seinastu 3 vikurnar. Tað er tí líkt til, at støðan ikki er blivin verri. Tað upplýsir Heilsustýrið á heimasíðu sínari
Savn
 
18.08.2024 - 10:50

Heilsustýrið hevur í tríggjar vikur heitt á fólk um at siga frá, um tey hava fingið staðfest koronu, tá tey hava kannað seg. 

Fólk skulu sjálv senda teldupost til heilsustýrið og upplýsa navn og p-tal umframt úrslitið av royndini, tey hava tikið.

Tølini skulu tí takast við fyrivarni, sigur Heilsustýrið.

Fráboðanirnar, sum Heilsustýrið regluliga fær frá sjúkrahúsverkinum, vísa, at talið á innløgdum við koronusmittu, hevur staðið í stað farnu fýra vikurnar.

Samstundis eru fráboðanirnar um positivar heimatestir, sum Heilsustýrið hevur móttikið, eisini fallandi. 

Tað kann tó ikki í sjálvum sær brúkast sum grundarlag, tí eingin vissa er fyri, at fólk boða frá.

Sjálvt um fráboðanirnar ikki geva eina greiða mynd av smittustøðuni, so geva tær nakrar ábendingar um støðuna, heldur Heilsustýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659