Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur á nýggjárinum

Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur á nýggjárinum
Hóast Íleggingargrunnurin formliga er danskur, so hevur landsstýrið valt stýrið fyri grunnin síðani 1976
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir semjuskjal um Íleggingargrunnin í januar. Nú er málið lagt fyri tingið.
 
21.08.2024 - 15:07

Ríkislógartilmælið um at lata føroysku myndugleikunum Íleggingargrunnin er nú lagt fyri løgtingið.

Íleggingargrunnurin hevur verið danskur síðani stovnan í 1964. Nú verður mælt til at seta inn í donsku lógina fyri grunnin eina nýggja grein-1a, sum stutt og greitt sigur, at "Fonden overdrages til de færøske myndigheder."

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1. januar 2025.

Hóast Íleggingargrunnurin formliga er danskur, so hevur landsstýrið valt stýrið fyri grunnin síðani 1976, tá hann eisini fekk heimstað í Føroyum.

 

Fulla ábyrgd 

Við yvirtøkuni fáa føroyskir myndugleikar fulla ábyrgd av grunninum, eisini fíggjarligu ábyrgdina. Føroyskir myndugleikar gera tá av, hvussu grunnurin verður skipaður, og hvussu peningurin í grunninum verður brúktur.

Íleggingargrunnurin var upprunaliga stovnaður til at veita fígging til íløgur í undirstøðukervið í Føroyum.

Ognirnar í grunninum eru í dag umleið 700 milliónir krónur. 

 

Nýggj farstøð og Suðuroyartunnil

Tá løgmaður og forsætisráðharrin í januar skrivaðu undir semjuskjal um, at Íleggingargrunnurin skal á føroyskar hendur, segði Aksel V. Johannesen, at hann ætlaði, at helvtin av fænum í grunninum skal brúkast til nýggja farstøð í Vága Floghavn og hin helvtin skal setast av til møguligan Suðuroyartunnil. Hann segði í sama viðfangi, at tað kravdi politiska undirtøku í løgtinginum.

Í uppskotinum til ríkislógartilmælið, sum nú er lagt fyri løgtingið, verður einki sagt um, hvat pengarnir í grunninum skulu brúkast til.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763