Gongur væl hjá danska Rockwool í Russlandi

Gongur væl hjá danska Rockwool í Russlandi
Avgerðin um at verða verandi á russiska marknaðinum hevur givið milliardafyritøkuni Rockwool góðan fíggjarligan byr
Danska fyritøkan Rockwool hevur verið virkin í Russlandi síðani 1999.
Mynd: Shutterstock  
 
22.08.2024 - 11:30

Hálvt triðja ár er liðið, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.  

Eftir innrásina tóku nógvar fyritøkur seg úr Russlandi, men danska milliardafyritøkan Rockwool tók avgerð um at halda á við virkseminum í landinum.  

Nú vísa tøl fyri fyrra hálvár í ár, at fyritøkan hevur havt góðan fíggjarligan byr.

 

Russisk søla heldur á

Danski bjálvingarrisin framleiðir og selur vørur um allan heimin, og síðani 1999 hevur fyritøkan verið virkin í Russlandi. 

Í økinum í Eysturevropa, sum Russland hoyrir til, hevur sølan fyrra hálvár verið 374 milliónir evrur, sum er ein vøkstur upp á 25 prosent. 

Samlaða sølan í heiminum er hækkað átta prosent síðani somu tíð í fjør, ella 1,9 milliardir krónur.  

Nýggi roknskapurin vísir, at sølan í Eysturevropa er 19 prosent af samlaðu søluni hjá Rockwool. 

 

Avgerðin er illa dámd

Fíggjarliga hevur tað verið ein góð avgerð hjá Rockwool at verða verandi á russiska marknaðinum, men avgerðin hevur ikki verið væl dámd av øllum.

Í november bleiv Rockwool sett á ein svartlista av ukrainskum myndugleikum, sum stríðast móti mutri. Men í donsku bjálvingarfyritøkuni heldur mann ikki, at tað hevði gjørt mun at tikið seg úr Russlandi.

Um tey góvust við søluni, høvdu onnur tikið við, verja tey í Rockwool seg við sambært Berlingske, sum vísir til Ritzau. 

Í roknskapinum ger Rockwool vart við, at fyritøkan letur 13,4 milliónir evrur, umleið 100 milliónir krónur, í ein grunn, sum arbeiðir við at byggja Ukraina upp aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955