Ísrael við nýggjum uppskoti um vápnahvíld í Gasa

Ísrael við nýggjum uppskoti um vápnahvíld í Gasa
Sambært uppskotinum skulu ísraelskir gíslar latast leysir, og Gasageirin skal avvápnast
Ísrael heldur fram at søkja at málum hjá Hamas í Gasageiranum, men nú er eitt nýtt uppskot gjørt um vápnahvíld, siga ísraelskir miðlar.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.09.2024 - 11:39

Ísraelskir fjølmiðlar skriva, at Ísrael hevur nýtt uppskot um avtalu um vápnahvíld, sum ber í sær, at gíslar verða latnir leysir úr Gasa, og at Hamas-leiðarar kunnu ferðast trygt.

Umframt at samanbrestirnir skulu halda uppat, skulu Hamas-leiðarar sleppa trygt úr Gasa, samstundis sum ísraelar, sum vera hildnir gíslar har, skulu latast leysir, siga ísraelska kringvarpið Kan og blaðið Times of Israel.

Uppskot er lagt fram fyri amerikonsku samráðingarfólkunum, sum væntandi fara at bera tað víðari til arabisk embætisfólk, skrivar blaðið.

Í uppskotinum um vápnahvíld skulu palestinskir fangar í ísraelskum fongslum latast leysir, Gasageirin skal avvápnast, og nýggj stjórn skal tilnevnast, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891