Eftirmeta lógina um húsakeyp

Eftirmeta lógina um húsakeyp
Lógin um keyp og sølu av fastogn er frá 2011. (Savnsmynd)
 
24.09.2024 - 08:25

Nú landsstýrið er farið at kanna, hvussu bústaðartrupulleikin skal loysast, verður lógin um húsakeyp eisini eftirmett.

Hetta er lógin frá 2011 um keyp og sølu av fastogn.

Viðkomandi er at kanna, um lógin er partur av bústaðartrupulleikanum. 

- Eg fari tí at taka stig til at eftirmeta lógina. Og verður komið eftir, at lógin er ein trupulleiki, fari eg at taka stig til at broyta hana, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað spurningi frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, um hús, sum vera seld á uppboðssølu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334