Espen Haug gevst í KÍ

Espen Haug gevst í KÍ
Espen Haug gevst sum KÍ-venjari, tá hetta kappingarárið er lokið, tí hann og familja hansara vilja aftur til Norra, boðar KÍ frá
Espen Haug gevst sum KÍ-venjari við kappingarenda
Mynd: KÍ  
 
30.09.2024 - 17:37

Espen Haug gevst sum KÍ-venjari, tá hetta kappingarárið er lokið, tí hann og familja hansara vilja aftur til Norra at búgva.

Tað skrivar heimasíðan hjá KÍ í kvøld.

Espen Haug var hjálparvenjari hjá Haakani Lunov, sum byrjaði kappingarárið í heita KÍ-venjarasessinum. Hann tók við sum virkandi høvuðsvenjari 25. apríl og varð síðan endaliga settur 1. juli. Úrtøkan var misjøvn fyrstu tíðina, men síðstu tríggjar mánaðirnar hevur KÍ vunnið 10 dystir á rað. KÍ var eisini nær við at røkka Conference League-bólkaspælinum.

 - Vit í leiðsluni hava verið væl nøgdir við samstarvið við Espen Haug. Espen er ein fyrikomandi og savnandi persónligheit. Tað hevur verið ein frægd at sæð, hvussu hann hevur fingið liðið aftur á rætt síðstu dystirnar. Vit skilja hansara avgerð, sum vit hava verið vitandi um í eina tíð og ynskja honum og familjuni alt tað besta framyvir, sigur Tummas Lervig, KÍ-formaður.

 - Tað hevur verið mær ein stórur heiður at verið partur av KÍ-familjuni. Eg vil takka mínum hjálparfólki, leikarum, nevndini, øllum sjálvbodnum eldsálum og viðhaldsfólki fyri allan stuðulin í við- og mótgongd. Eg komi altíð at vera ein KÍ-fjeppari og ynski felagnum bestu eydnu framyvir, er stutta heilsanin til felag og fjepparar frá Espen Haug.

Espen Haug kemur at leiða liðið síðstu tríggjar dystirnar fram til kappingarenda. KÍ-leiðslan leiðslan hevur leitað eftir nýggjum venjara í eina tíð, og søgurnar siga, at nýggi maðurin longu er funnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
211366
Mikudag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
211364