Ongin slingur í víkingavalsinum

Ongin slingur í víkingavalsinum
Betr-deildin, menn: Víkingur vann tryggan sigur á Skála undir Mýruhjalla, og munurin niður til KÍ á 2. plássi er nú aftur seks stig
Annbjørn Svensson og hinir víkingarnir vunnu tryggan sigur á Skála í kvøld
Mynd: Leit  
 
30.09.2024 - 20:27

Víkingur vísti eingi tekin upp á gummibein, tá teir ljósabláu vunnu tryggan sigur á Skála í kvøld.

Jákup Johansen legði Víking á odda við góðum skallara, tá ein hálvur tími var spældur, og fimm minuttir inn í seinna hálvleik økti Sølvi Vatnhamar við brotssparki.

Tá ein góður tími varð spældur gjørdi Skála sjálvmál, og Víkingur  fór avstað við øllum stiginum.

Munurin millum oddaliðið og KÍ, sum vann á 07 Vestur í gjár, er nú aftur seks stig.

Í næsta umfari kann Víkingur tryggja sær føroyameistaraheitið. Hetta er treytað av, at teir ljósabláu fáa meir stig enn KÍ. 

Víkingur tekur ímóti ÍF í Sarpugerði, meðan KÍ fær vitjan av NSÍ við Djúpumýru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672