Ísrael: Innrásin í Libanon er røtt

Ísrael: Innrásin í Libanon er røtt
Ísraelski trygdarráðharrin sigur, at yvirgangsfelagsskapurin Hizbollah skal knúsast. Harðir bardagar eru millum ísraelska herin og Hizbollah
Harðir bardagar eru millum ísraelskar hermenn og Hizbollah nærindis ísraelska markinum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
01.10.2024 - 09:18

Innrásin í Libanon í nátt er ein røtt avgerð.

Tað skrivar ísraelski ráðharrin í trygdarmálum, Itamer Ben-Gvir, á sosiala miðlinum X.

- Avgerðirnar, sum eru tiknar seinastu dagarnar, eru rættar og neyðugar. Stundir eru ikki at steðga á, men vit mugu halda fram og gera alt, sum er í okkara valdi, at knúsa yvirgangsbólkin Hizbollah, skrivar ísraelski ráðharrin.

Hetta er fyrsta álopið á landi, síðani stríðið kyknaði millum Ísrael og Libanon.

Soleiðis segði Rasmus Tantholdt, útsendur tíðindamarður hjá TV2,tíðliga í morgun úr libenesiska høvuðstaðnum, Beirut:

 

01102024_Tantholdt

 

Ísraelskir stríðsvognar fara um markið inn í Libanon. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Harðir bardagar

Í løtuni eru harðir bardagar millum ísraelska herin og Hizbollah har suðuri í Libanon, nærindis ísraelska markinum, skrivar Reuters. 

Støðan í Libanon er vanlukkulig, sigur Jens Lærke, talsfólk hjá ST fyri samskipan av neyðhjálp í økinum, við TV2. 

- Longu nú hava ein millión fólk í Libanon bráðfeingis tørv á neyðhjálp, sigur hann. 

Atsóknin hjá Ísrael hevur heitið 'Northern Arrows', og hevur til endamáls at raka yvirgangsmál hjá Hizbollah og undirstøðuskervið har suðuri í landinum, skrivar ísraelski herurin í morgun. 

 

Flyta ríkisborgarar úr Libanon

Bretland hevur sent flogfør til Libanon eftir bretskum ríkisborgarum, og eftir ætlan skulu øll vera flogin heim í seinasta lagi í morgin, skrivar The Guardian. 

Onnur lond eru eisini farin  at flyta sínar ríkisborgarar úr Libanon, m.a. Týskland, Kanada og Bulgaria.

Danmark heitti í síðstu viku á allar danskar ríkisborgarar at fara úr landinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373