Uppsjóvarvinnan 40 prosent betri úrslit

Uppsjóvarvinnan 40 prosent betri úrslit
Úrslitið hjá framleiðsluvinnuni í Føroyum var 40 prosent størri í fjør enn í 2022
Matvøruframleiðsla hevði eitt gott ár í fjør.
 
07.10.2024 - 06:55

Úrslitið hjá framleiðsluvinnuni í Føroyum var 40 prosent størri í fjør enn í 2022.

Tað var 970 milliónir krónur í fjør. 

Tað siga dagførd roknskaparhagtøl, sum Hagstovan upplýsir.

Serliga er vinnugreinardeildin matvøruframleiðsla vaksin nógv.

Og tá er serliga talan um fisk, skeljadýr og lindýr.

Úrslitið hjá uppsjóvarveiðuni var 40 prosent betri í fjør enn í 2022.

Korona gjørdi, at frá 2019 til 2020 minkaði úrslitið hjá øllum vinnum.

Korona

Minkingin var meira enn ein milliard krónur. 

Í 2021 megnaðu vinnurnar at hála úrslitið upp á 2,8 milliardir krónur.

Og í fjør var úrslitið 3,8 milliardir krónur.

Hinvegin minkaði úrslitið hjá alivinnuni við 17 prosentum í fjør.

Úrslitið hjá heil- og smásølu og umvæling av akførum minkaði eisini, tað minkaði 32 prosent.

Flutnings- og goymsluvinnan hevði sjey ferðir betri úrslit í fjør enn í 2021, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541