Kringvarpið søkir eftir journalistum til farloyvisstørv

Um KVFTíðindi
Kringvarpið søkir eftir journalistum til farloyvisstørv
Tað snýr seg um at veita rættar, neyvar og týðandi upplýsingar til Føroya fólk. Samd/-ur? So halt endiliga fram at lesa! 
 
16.10.2024 - 11:17

Kringvarp Føroya søkir eftir journalistum til trý avloysarastørv. Talan er um 1 ára størv. Tvey eru fulla tíð, eitt er 0,8. Arbeiðstíðir og brøkur kunnu avtalast fyri hvørt starvið sær. 

Vit leita eftir fólki við journalistiskari útbúgving ella aðrari viðkomandi útbúgving. Eisini eru royndir sum tíðindafólk ein fyrimunur. 

Kringvarp Føroya virkar á trimum pallum: útvarp, sjónvarp og á kvf.fo, og tú skalt vænta at arbeiða á í minsta lagi tveimum. Tí skalt tú eisini duga føroyskt væl í skrift og talu.   

Størvini verða sett skjótast til ber. 


Vit bjóða: 

- ein livandi og meiningsfullan arbeiðsdag

- eitt pláss í einum tøttum redaktionellum samstarvi 

- eitt starv, har tú fært innlit í forvitnisligar partar av føroyska samfelagnum 


Tú skalt: 

- vilja gera mun

- finna tínar egnu søgur, eins væl og lofta, tá redaktørurin gevur tær søgur at gera

- hava høgt trúvirði og vera álítandi

- tola tíðartrýst og virða tíðarfreistir

- tosa eitt mál, sum øll skilja

- arbeiða í skiftandi vaktum og vera til reiðar at sleppa øllum, tá ið brátíðindi skulu út  


Setanar- og lønarviðurskifti 

Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna í miðal í skiftandi vaktum.   


Evstamark at søkja o.a. 

Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo. Evstamark at søkja er 30. oktober 2024. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrina Petersen, tíðindaleiðara, telefon 296649, ella við at senda teldupost til katrinp@kvf.fo

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk 17.oktober 2024
180803
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk:Markus Vanhala um Nordic Gothic
180802
Hósdag 17. oktober
«Ein maður átti eitt fikutræ...»
182221
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk: Dan Lorenzo um Visioning
180799
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110

Um kvf css