Høgni Hoydal á NATO-fundi

Høgni Hoydal á NATO-fundi
Verjumálaráðharrarnir hittast i Brússel í dag, og Føroyar vera við á fundinum, sum snýr seg um at verja arktiska økið
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
 
17.10.2024 - 13:13

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er í dag á fundi saman við verjumálaráðharrum í NATO.

Verjumálaráðharrarnir í øllum NATO-londunum hittast í Brússel í dag, og Føroyar eru umboðaðar á hesum eina fundinum, sum snýr seg um verju av arktiska økinum, ella Norðurøkinum, sum tað eisini verður kallað.

Við á hesum fundinum eru øll Norðurlondini umframt USA og Kanada, og so eru Føroyar og Grønland eisini umboðað.

Tað er Kanada, sum - í samráði við Danmark - hevur boðið Føroyum og Grønlandi við á fundin, sum byrjaði fyrrapartin.

Fyri tveimum vikum síðan var Høgni Hoydal í Kanada, har hann hitti uttanríkisráðharrar úr ymsum NATO-londum. Hesin fundurin var tó ikki fyriskipaður av NATO, men áhugamálini eru tey somu.

Meiri verður at frætta í tíðindasendingini í kvøld

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655