Andstøðan kemur við einum misáliti á Ingilín D. Strøm

Andstøðan kemur við einum misáliti á Ingilín D. Strøm
Bárður á Steig Nielsen, sum umboðar andstøðuna í Landsstýrismálanevndini, er alt annað enn nøgdur við vendina, sum málið tók í nevndini
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og nevndarlimur í Landsstýrismálanevndini, kom í minniluta í nevndini í dag.
 
22.10.2024 - 19:38

- Eg haldi ikki, at her er so nógv at koma eftir hjá einum kanningarstjóra. Málið er væl lýst, alt er niðurskrivað; orðini, sum eru søgd í Løgtinginum, tað er væl og virðiliga viðgjørt í Landsstýrismálanevndini eisini, so hjá mær er eingin ivi um, at málið vendir akkurát, sum tað gjørdi, tá niðurstøðan kom seinast hjá landsstýrismálanevndini.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og andstøðuumboð í Landsstýrismálanevndini, tá fundurin í nevndini var liðugur seinnapartin. 

Fundurin endaði við, at nevndin fór í tvíningar, og andstøðuumboðið kom nú í minniluta, nú meirilutin vil hava ein kanningarstjóra at kanna, um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins, tá hon úttalaði seg um haldførið hjá Bústøðum.

Hoyr alt innslagið frá tíðindasendingini á nátturða í kvøld:

 

Bardur_a_Steig_Nielsen_um_Ingilin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952