Føroyingarnir funnu flogið í Evropa

Føroyingarnir funnu flogið í Evropa
Bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún spældu væl, tá Kiel vann og Sävehof tapti í European League í gjár. Føroyingarnir í Vali skutu eisini mál í stórtapi
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi vart við seg ímóti Nexe, nú hann aftur fær spælt
Mynd: THW Kiel  
 
23.10.2024 - 10:15

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi vart við seg í stórum stíli, tá THW Kiel vann sannførandi á Nexe í European League í gjár. Dysturin endaði 36-25.

Føroyski spælskiparin hevur sitið uttanfyri við skaða alt kappingarárið higartil, men um vikuskiftið fekk hann nakrar minuttir í Bundesliguni, og í gjárkvøldið spældi hann nógv eftir steðgin.

Hoyvíkingurin vísti fram nógvar av sínum dygdum og skoraði seks mál upp á sjey skotroyndir. Harumframt átti hann næstseinastu hond á tveimum málum.

Fyri føroyska manslandsliðið er umráðandi, at Elias Ellefsen á Skipagøtu sleppur framat at spæla seg í dystarform, tí fyrsti dysturin í EM-undankappingini verður um júst tvær vikur, tá Kosovo vitjar í Havn. Fýra dagar seinni er Ukraina á skránni.

 

Óli toppskjútti tá Sävehof misti

IK Sävehof vitjaði FH í Hafnarfirði, og Óli Mittún og teir sóu út til at stevna móti sigri fyri steðgin. Í seinna hálvleiki steðgaði kortini upp hjá partillumonnunum, sum endaðu við at tapa 34-30.

Føroyingar nýtast kortini ikki at stúra fyri kvika bakspælaranum, sum fyri kortum skrivaði undir við danska toppliðið, GOG. ÓIi Míttún var toppskjútti hjá IK Sävehof við níggju málum, og legði harafturat upp til átta. 

Fyri Val skutu bæði Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg mál, men mótstøðan frá Melsungen var ov stór. Bundesligafelagið vann stórsigur 36-21.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650