Fótbóltskvinnurnar klárar í Baltikum

Fótbóltskvinnurnar klárar í Baltikum
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum leggur fyri við hálvlfinalu ímóti Lettlandi seinnapartin, áðrenn annaðhvørt finala ella dystur um 3. plássið er á skránni sunnudagin
Tóra Mohr (tv.) og Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ til venjing í Riga í gjár
Mynd: Jakoba Svensdóttir / FSF  
 
24.10.2024 - 09:37

Seinnapartin spælir føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum hálvfinalu í Baltic Cup ímóti Lettlandi.

Dysturin verður klokkan 17:00 á LNK Sport Park í Ríga. Í hinari hálvfinaluni hittast Estland og Litava.

 - Fyrst og fremst gleða vit gleða okkum til at møta Lettlandi, og vónandi fáa vit tveir góðar og væl spældar dystir burturúr hesari kappingini, sigur føroyski landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrr í ár spældu Føroyar EM-undankapping. Føroysku kvinnurnar endaðu á triðja plássi í bólkinum við níggju stigum aftanfyri Grikkaland (16 stig) og Montenegro (10 stig). Føroyar vunnu tvær ferðir á Andorra umframt heimadystin ímóti Montenegro.

 

Føroyski Baltic Cup-Hópurin

Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Gunnvá Lutzen, HB Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Klementsen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Vikingur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096