Á Breddanum: Rúsevni og politiska støðan

Á Breddanum: Rúsevni og politiska støðan
Tvey evni eru í sendingini í dag
LIljan Weihe og Erling Eidesgaard í Tjóðveldi ætlaðu at atkvøða fyri uppskotinum um misálit.Tað hevði við sær, at Ingilín D. Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.10.2024 - 09:36

Í gjár legði Ingilín D. Strøm frá sær um landsstýriskvinna í umhvørvismálum. Tað gjørdi hon, tá tað var greitt, at tveir samgongufelagar í Tjóðveldi fóru at atkvøða fyri uppskotinum um misálit.

Í sendingini tosa vit við Liljuna Weihe og Erling Eidesgaard. 

Rúsevni floyma inn í landið sum ongantíð fyrr.

Tað staðfestir Heri Andreassen, varapolitiinspektørur og leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, í sambandi við enn eitt rúsevnismál.

Politiið og tollvaldið hava seinastu tvey árini funnið metstórar nøgdir av rúsevnum. Í sama tíðarskeiði hevur ein heildarætlan við 58 tilmælum um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu ligið mest sum órørd.

Í dag spyrja vit um vaksandi nýtsluna av rúsevnum, hvussu vit megna at lofta hesum trupulleikanum, og hvat kann gerast frameftir. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576