Beinir Bergsson fingið Virðisløn landsins til ungt listafólk

Beinir Bergsson fingið Virðisløn landsins til ungt listafólk
Beinir Bergsson er ein týðandi rødd, ið brýtur upp úr nýggjum í føroyskum skaldskapi, segði landsstýriskvinnan, tá hon handaði honum Virðisløn landsins til ungt listafólk
Beinir Bergsson, høvundur, sum eisini er annar av vertunum í útvarpssendingini Samværi, hevur júst fingið handað Virðisløn landsins til ungt listafólk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2024 - 19:12

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur júst handað Beini Bergssyni Virðisløn landsins til ungt listafólk á hátíðarhaldi í Varpinum í Klaksvík. 

Virðisløn til ungt listafólk er 50.000 kr.

Beinir Bergsson (f. 1997) úr Sørvági debuteraði við yrkingasavninum "Tann lítli drongurin og beinagrindin" í 2017. 

Fyri debutsavnið, ið viðgerð sjúku og deyða, fekk hann í 2018 fyrstu Ebbuvirðislønina, ið verður latin ungum rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur.

 

Innstillaður til Norðurlendsku bókmentavirðislønina

Í næsta yrkingasavninum, Sólgarðurin, eru vit farin inn í Sólgarðin, ið bæði er eitt ítøkiligt og eitt ímyndað stað.

Har møta vit ommuni og abbanum, men mest av øllum eini ørgrynnu av plantum við sansandi erotiskum yrkingum um kærleika millum menn.

Bókin hevur vakt stóran ans bæði her heima og uttanlands, og varð hon innstillað til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022 og er nú týdd til fleiri mál, eitt nú enskt, grikskt, íslendskt og danskt.

Náttargarðurin, sum verður komandi og triðja yrkingasavn hansara, heldur fram, har Sólgarðurin slepti.


(Mynd: Bárður Thomsen)

 

Ein týðandi rødd

Í útvarpssendingini Samværi gevur Beinir saman við Daniu O. Tausen eitt týdningarmikið og slóðbrótandi íkast til samrøður um føroyska list.

Beinir er útbúgvin MA frá Háskóla Íslands og BA í ritlist frá Fróðskaparsetri Føroya.

Fyri sína týðandi rødd á føroyska listapallinum fær Beinir Bergsson virðisløn til ungt listafólk 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677