- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Nústalgia. Myndir: Tordis Vang Guttesen
Teaturkonsertin hjá Aggrasoppum og RIVA, er eitt fjøltáttað pallverk, sum tekur útgangsstøði í nýggju útgávuni hjá Aggrasoppum, Nústalgia.
Verkið er ein eksperimenterandi samanseting av samtíðardansi, tónleiki og sjónleiki.
Í Aggrasoppum eru Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn B. Lamhauge. Hóast tey vanliga framføra við tónleiki, gera tey bæði sjónleik og dansa í teaturkonsertini.
Í RIVA eru Rannvá G. Niclasen, Vár B. Árting og Búi Rouch. Á myndini sæst Rannvá.
Búnar og pallseting hevur Jón Sonni Jensen ment, í samstarvi við Villiam Soo Jensen, ið hevur gjørt ljós. Ljóðtøkningur er Vinjar Egilsnes Petersen.
Verkið snýr seg í høvuðsheitum um at leingjast eftir núinum, meðan tíðin rennur undan.
Í framførsluni verða vit boðin inn í aðrar heimar, har smákykt og skorðdjór ráða.
Tørvur smákyktsins, at liva í núinum, er altumfatandi, og í verkinum verður áskoðarafjøldin boðin við í núið.
Í ferðini gjøgnum núið, fær áskoðarin eina sansaliga heildaruppliving.
Teaturkonsertin er í Norðurlandahúsinum, til og við sunnudagin.
|
|












































