Hesi fingu M.A. Jacobsen virðislønirnar 2024

Hesi fingu M.A. Jacobsen virðislønirnar 2024
Elin Michelsen, Vónbjørt Vang, Andreas Mortensen og Dagmar Joensen Næs vórðu í dag heiðrað við M.A. Jacobsen- og Barnamentanarvirðislønunum
Müllers pakkhús var í dag karmur um handanina av M. A. Jacobsen virðislønunum og Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
31.10.2024 - 18:15

Í dag vóru virðislønir M. A. Jacobsen og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 handaðar í Müllers Pakkhúsi í Havn. 

 

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 varð latin Elin Michelsen fyri fantasi-tríverkið "Rimarúmið", "Vanvarði" og "Feigdarfræ". 

Í grundgevingini stendur, at langt er ímillum føroysku útgávurnar av fantasisøgum, og at fantasisøgur í tí vavi, sum Elin Michelsen megnar í tríverkinum um Tóru, hava vit ikki sæð á føroyskum áður. Umhvørvið er heimligt, tí søgurnar hava rótfesti í okkara sagnum um huldufólk og íbygdar steinar. Og so inniheldur tríverkið alt tað, ið góðar søgur skulu hava. Tað góða mótvegis tí ónda, vinaløg og misskilt sambond, ið hava fleiri fløkjur við sær, eru evni, ið verða væl lýst.

 

M.A. Jacobsen virðislønina fyri fagrar bókmentir 2024 varð latin Vónbjørt Vang fyri bókina "Svørt Orkidé".

Í bókini "Svørt orkidé" lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum. Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð. 

 

M. A. Jacobsens heiðurslønina fyri yrkisbókmentir 2024 varð latin Andras Mortensen fyri bókina “Kongsbókin”.

Í bókini hevur Andras skrivað av og hegnisliga týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, ið er varðveitt í Føroyum. Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar. Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar, og nakrir kapitlar, har Andras greiðir frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs. Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.

 

M. A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanarligt avrik  2024 varð latin Dagmar Joensen Næs, sum síðani seinast í 80unum framleitt 80-100 slóðbrótandi og markbrótandi journalistiskar heimildarfilmar, serliga til sjónvarpsmiðilin.

Í grundgevingini stendur, at journalistisku heimildarfilmarnir hjá Dagmar Joensen Næs eru úr føroyskum jørðildi og viðgera sárar, viðkvæmar, tabuiseraðar, inniligar, áhugaverdar, ræðandi eksistentiellar og samfelagsligar spurningar. Hon hevur nortið við viðkvæmar tilveruspurningar, langt áðrenn hesir fingu rúmd á politiska vígvøllinum. Til dømis spurningar um kynsligan samleika, sálarkvøl, fátækradømi, svik og misnýtslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Plátupanelið #023 (Jólaplátur)
184782
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666