Náttúran kann vera lekjandi

Náttúran kann vera lekjandi
Í yrkingasavninum "Áin" vendir Kim Simonsen aftur til barndómsins landslag á Strondum og lýsir minnir, sorg og truplar upplivingar – við hjálp frá vatninum og umhvørvinum.
Mynd: Thomas Koba  
 
13.11.2026 - 15:52

"Eg mátti hava eina samrøðu við ánna", sigur Kim Simonsen, sum var gestur í mentanarsendingini Kultura.

Áin, sum hann vaks upp við á Strondum, er næstan horvin undir vegum og bygging. Men í minnunum livir hon víðari. Í nýggju bókini verður áin ein høvuðspersónur, sum yrkjarin førir eina samrøðu við um lívið, tíðina og tað, sum hevur sett seg í kroppin.

Kim Simonsen vísir á, at vit menniskju ofta síggja náttúruna sum nakað, ið er uttan fyri okkum sjálv. Men vit eru sjálv ein partur av henni. Í bókini roynir hann tí at geva náttúruni ein sjálvstøðugan leiklut, heldur enn bert at brúka hana sum eitt vakurt bakstøði.

 

Frá sálarligum sárum til nýggjan vøkstur

Bókin nemur eisini við truplar upplivingar úr barndóminum. Minnini um krígsleivdirnar á Strondum, har dreingirnir spældu, verða flættað saman við bardøgum millum børnini og persónligum upplivingum úr heiminum.

Kim Simonsen dylur ikki fyri, at bókin byggir á sálarlig sár, sum hann sjálvur hevur arbeitt seg ígjøgnum. Men hann leggur dent á, at Áin ikki fyrst og fremst er ein bók um sorg og traumur. Hon snýr seg heldur um tað, sum kemur aftaná – um at koma fyri seg aftur og vaksa sum menniskja.

"Náttúran kann vera lekjandi", sigur hann.

 

Vit hava mist sambandið við náttúruna

Í samrøðuni verður eisini komið inn á, hvussu sambandið millum menniskju og náttúru er broytt. Kim Simonsen heldur, at vit í okkara parti av heiminum eru vorðin so talgild, at vit ofta gloyma, at vit sjálv hoyra náttúruni til.

Hann vísir á, at náttúruupplivingar kunnu hava stóran týdning fyri sálarliga heilsu, ikki minst hjá børnum og ungum, sum í dag brúka nógv av tíðini framman fyri skíggjum.

Samstundis vil hann ikki gera yrkingasavnið til ein politiskan boðskap ella lyfta nakran peikifingur. Endamálið er heldur at fáa lesaran at síggja og sansa heimin á ein annan hátt.

 

Føroysk náttúra vekir ans úti í heimi

Skaldskapurin hjá Kim Simonsen hevur fingið viðurkenning langt uttan fyri Føroyar, og filmurin Áin, sum Thomas Koba hevur gjørt við tónleiki og ljóðrúmd hjá Heðini Ziska Davidsen, hevur eisini verið sýndur í Kina.

Har vakti filmurin áhuga, millum annað í sambandi við sálarliga heilsu og týdningin av náttúruupplivingum. Kim Simonsen fegnast um, at føroyska náttúran og søgurnar úr einum lítlum føroyskum bygdasamfelag kunnu hava týdning fyri menniskju hinumegin knøttin.

Í Kultura greiðir Kim Simonsen eisini frá sambandinum millum skaldskap, barndómsminni og náttúru, og hví hann heldur, at vit hava tørv á at finna aftur til tann heimin, sum vit sjálv eru partur av.

 

Hoyr alla samrøðuna við Kim Simonsen í Kultura her:

Kim_Simonsen_-_Ain_-_Kutura_121126

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð

Nær: Hósdagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851