Runavíkar býráð skipað seg

Runavíkar býráð skipað seg
Borgarstjórin í Runavík síðstu níggju árini, Tórbjørn Jacobsen, heldur fram í sessinum næstu fýra árini, og nýggjur varaborgarstjóri er Tóri Højgaard.
Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
16.11.2024 - 18:47

Tað varð einmælt samtykt, tá ið nýggja býráðið í triðstørstu kommunu í landinum hevði sín fyrsta fund í býráðssalinum, sum er gamli skúlin á Glyvrum.

Hølini vóru fullsett og væl tað, tá ið veljast skuldu borgarstjóri og varaborgarstjóri, umframt tær føstu nevndirnar í býráðnum.

runavikar-byrad-2025-28.jpg

Caption: 
Arnfinn Langgaard, Jóhan Vest, John Andersen, Pauli Poulsen, Jógvan Andersen, Tórbjørn Jacobsen, Sæunn Lamhauge Nolsøe, Terje Beinar Vestergaard, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Petur Hansen og Bogi Hansen


Føstu nevndirnar, sum vórðu einmælt valdar á stutta fundinum í dag, eru fíggjarnevndin, tøkni- og umhvørvisnevndin, vinnunevndin, havnanevndin, trivnaðarnevndin, mentanarnevndin, ítróttarnevndin og byggi- og býarskipanarnevndin.

Einasta nýggja har er, at tað, sum fyrr var vinnu- og havnanevndin, nú eru tvær sjálvstøðugar nevndir.

Umframt Tórbjørn Jacobsen og Tóra Højgaard eru býráðslimirnir í Runavíkar býráð Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest.

Her kann hoyrast samrøða við varaborgarstjóran og borgarstjóran:

2024-11-16-Runavikar-byrad

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688