Ronni Hammer verður ikki borgarstjóri í Hvalba

bannari
Ronni Hammer verður ikki borgarstjóri í Hvalba
Hóast fyrstvaldur verður Ronni Hammer ikki borgarstjóri í Hvalbiar kommunu. Ein av hinum trimum innvaldu á listanum verður borgarstjóri
Tað var ógvuliga javnt millum fremstu valevnini í Hvalbiar kommunu. Nú er greitt, at fyrstvaldi á størsta listanum ikki verður borgarstjóri
 
18.11.2024 - 19:39

Tað verður ikki Ronni Hammer, sum fer at standa á odda fyri Hvalbiar kommunu komandi fýra árini.

Tað váttar Ronni Hammer sjálvur fyri Kringvarpinum í kvøld.

Hann er annars fyrstvaldur á Lista B, sum fekk fýra av sjey umboðum í Hvalbiar bygdaráð.

"Vit hava havt ein fund í dag, og semja er um, at ein annar enn eg verður borgarstjóri," sigur Ronni Hammer, sum ikki vil avdúka, hvør borgarstjórin verður, annað enn at tað verður ein av hinum trimum, sum eru valdir á Lista B.

Hesir eru Jónfinn Poulsen, Otto West og Poul Laust Christiansen.

Ronni Hammer dylir ikki fyri, at hann einki hevði havt ímóti at fingið borgarstjórasessin, men at tað ikki er full semja um hetta millum teir fýra innvaldu á Lista B, og hann hevur avgjørt at virða ynskið hjá hinum um, at ein annar verður borgarstjóri.

"Eg havi fingið nógv av mínum ígjøgnum kortini, so eg eri væl nøgdur," sigur Ronni Hammer.

Á valinum var ógvuliga lítil munur millum teir fýra innvaldu á Lista B. Ronni Hammer fekk 45 atkvøður, Jónfinn Poulsen fekk 44, Otto West fekk 43, og Poul Laust Christiansen fekk 37 atkvøður.

Listi B vann valið rættiliga greitt og var nær við at fáa fimta mannin inn eisini, men endaliga býtið bleiv fýra til Lista B og tríggjar til Lista A.

Ronni Hammer sigur, at tað helst fara at ganga nakrir dagar, til tað er klárt at undirskriva nakað semjuskjal. Sum fyrstvaldur á størsta listanum hevur Ronni Hammer eisini uppgávuna at kalla nývalda bygdarráðið inn til fund, men hann kann ikki siga nakað enn um, júst nær tað verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563