Fiskimálaráðið eisini frídømt í landsrættinum

Fiskimálaráðið eisini frídømt í landsrættinum
Landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya rætti í einum máli móti BankNordik og partafelagnum Thor um royndarloyvi til Phoenix at fiska stinglaks
BankNordik keypti Phoenix á tvingsilssølu og seldi skipið víðari til P.f. Thor.
 
22.11.2024 - 10:19

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið er frídømt í Landsrættinum.

Dómur var í gjár sagdur í Landsrættinum, har Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk viðhald í einum máli ímóti partafeløgunum Thor og BankNordik.

Málið byrjaði í rættarskipanini í 2014, í sambandi við at djúpvatnstrolarin Phoenix hjá P/F Thor ikki fekk royndarloyvi at fiska stinglaks við smámeskaðum troli.

Síðst í 2008 bleiv royndarfiskiskapurin eftir stinglaksi umskipaður soleiðis, at talið á loyvum í 2009 eftir tilmæli frá Havstovuni varð minkað úr trimum niður í tvey loyvir.

Tá ið Phoenix fekk fíggjarligar trupulleikar í 2008 og gavst við sínum virksemi, keypti BankNordik trolaran á tvingsilssølu, og seldi  Thor trolaran árið eftir. 

Áðrenn hann fór á tvang, hevði Phoenix saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks.

 

Fingu ikki royndarloyvi

Thor søkti um royndarloyvi til stinglaks fyri 2010, men Fiskimálaráðið sýtti hesum. 

Tí stevndu Thor og BankNordik Fiskimálaráðnum. 

Endurgjaldskravið hjá pørturnum móti Fiskimálaráðnum var komið upp í slakar seks milliónir krónur.

Landsrætturin hevur nú staðfest, at avgerðin hjá Fiskimálaráðnum um at minka talið á loyvum úr trimum niður í tvey var saklig, og hetta er eisini galdandi fyri avgerðina um ikki at lata loyvið til trolaran Phoenix. 

 

Grundarlag ikki fyri endurgjaldsskyldu

Grundarlag var tí ikki fyri at áleggja Fiskimálaráðnum endurgjaldsskyldu. 

Landsrætturin hevur sostatt staðfest dómin hjá Føroya Rætti frá 16. mars í fjør

Partafeløgini Thor og BankNordik skulu innan 14 dagar rinda Fiskimálaráðnum 130.000 krónur í sakarmálskostnaði. 

Trolarin Phoenix liggur í dag í Esbjerg, har hann hevur ligið í nøkur ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477