Løgreglan ávarar um hálku

Løgreglan ávarar um hálku
Síðani tað fór at skýma er blivið sera hált á vegunum, serliga í Suðurstreymoy, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn
 
24.11.2024 - 16:39

Síðsta tíman hevur løgreglan fingið nógvar fráboðanir frá fólki um hálku. Tað er blivið sera hált, og hjá nógvum kemur hálkan óvart á. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn glíða bilar, eisini um teir eru væl skøddir. Enn er tó bara ein fráboðan um samanstoytir.

Men løgreglan heitir á fólk, bæði tey í bili og tey til gongu, um at ansa sær í hálkuni. 

Sambært vakthavandi er serliga hált í Suðurstreymoy, og bæði Landsverk og Tórshavnar Kommuna hava fingið boðini og eru farin at salta vegirnar. 

Fyri løtu síðani boðaði Landsverk frá á heimasíðuni, at hált er í støðum um alt landið. Framvegis er ikki koyrandi til Gjáar, og á Vestmannavegnum eru vánalig koyrilíkindi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221