Eyðbjørn heldur fram

Eyðbjørn heldur fram
Jacoba í Homrum er varaborgarstjóri
Eyðbjørn Thomsen fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í Sumba 12. november.
 
02.12.2024 - 06:44

Eyðbjørn Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Sumba.

Jacoba í Homrum er varaborgarstjóri.

Bygdaráðið í Sumbiar kommuna skipaði seg í gjárkvøldið.

Halltóra Joensen skeyt seg sjálva upp sum borgarstjóri.

Hon fekk eina atkvøðu, sína egnu.

Halltóra Joensen hevði Andreu Danielsen sum varaborgarstjóra.

Hon fekk tvær atkvøður. Jacoba í Homrum fekk tríggjar.

Frits Poulsson er eisini í bygdaráðnum.

Øll fimm eru á sama lista, tí einasta, sum var í Sumbiar kommunu.

Eyðbjørn Thomsen fekk 67 atkvøður, Jacoba í Homrum og Halltóra Joensen  fingu 40 hvør, Andrea Danielsen fekk 36, og Frits Poulsen fekk 33 atkvøður á valinum 12. november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083