Trailaravognar umborð á Akranesi fingu skaða

Trailaravognar umborð á Akranesi fingu skaða
Akranes liggur á Havnini, og fólk frá Smyril Line gera nú yvirlit yvir skaðarnar
Akranes var á veg úr Torlákshøfn í Íslandi við fiski, tá skipið kom í illveður. (Savnsmynd)
Mynd: Hallur Thomsen  
 
06.12.2024 - 10:34

Farmaskipið Akranes hjá Smyril Line kom í illveður í farvatninum millum Føroyar og Ísland í gjár. 

Akranes var á veg úr Torlákshøfn í Íslandi við fiski, tá skipið kom í illveður.

Fleiri trailaravognar umborð hava forskotið seg og hava fingið skaða, upplýsir Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

Sambært Jens Meinhard Rasmussen var tó ongantíð vandi á ferð fyri skipið, og eingin fólkskaði var umborð.

 

(Mynd: Hallur Thomsen)

(Mynd: Hallur Thomsen)

 

Men talan er um materiellan skaða, ið stóðst av at trailaravognar, sum annars eru væl bundnir fastir í dekkið, slitu og hava forskotið seg.

Akranes er nú komin á Havnina, og í løtuni eru fólk frá Smyril Line við at fáa yvirlit yvir skaðarnar umborð. 

Akranes skal víðari til Rotterdam í Hollandi. Skipið skuldi sambært ferðaætlanini vera í Rotterdam klokkan sjey í annaðkvøld, lokala tíð, men verður væntandi eitt samdøgur seinkað, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558