Assad flýddur úr Sýria

Assad flýddur úr Sýria
Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er eftir øllum at døma farin úr landinum
 
08.12.2024 - 10:28

Eftir at uppreistrarherdeildir tóku valdið á høvuðsstaðnum í Sýria í gjárkvøldið, er tað serliga ein maður, sum øll leita eftir: Forsetin í landinum seinastu 24 árini, Bashar al-Assad.

Men eftir øllum at døma veit eingin, hvar forsetin er við vissu.

Rami Abdulrahman, sum er leiðari á sýriska eygleiðarastovuni fyri mannarættindi, stytt Sohr, og hevur eftirlit við støðuni í Sýria úr Bretlandi sigur, at Assad eftir øllum at døma er farin úr Sýria í einum flogfari tíðliga í morgun.

Tíðindastovan Reuters hevur eisini skrivað, vísandi til tveir ónevndar høgar offiserar í herinum, at forsetin er farin úr landinum tíðliga í morgun.

Sambært forsætisráðharranum í Sýria, Mohammad Ghazi al-Jalali, so hevur verið óvist, hvar Bashar al-Assad, forseti, og verjumálaráðharrin í landinum hava verið síðani í gjárkvøldið, skrivar AP.

Í gjár hoyrdist annars frá forsetaskrivstovuni hjá Assad, at forsetin framvegis var í Damaskus, men í morgun frættist so, at hann er farin úr landinum.

Hayat Tahrir al-Sham-rørslan, sum hevur staðið á odda fyri uppreistrinum, verður av ST og USA mett at vera ein yvirgangsfelagsskapur, og sum áður hevur verið sett í sambandi við Al-Qaeda.

Seinastu dagarnar hava uppreistrarmenninir tikið seg skjótt fram, og í gjár tóku teir valdið á fýra býum upp á eitt samdøgur - harímillum Homs, sum er triðstørsti býur í Sýria og ein strategiskt týðandi miðdepil.

Undir hertøkuni av Damaskus hava uppreistrarmenninir latið upp portrini í stóra fongslinum Sednaya, har stjórnin hjá Bashar al-Assad hevur hildið fleiri túsund fólk í varðhaldi, harímillum fleiri politiskar fangar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572