- Kjakið um IOC limaskap kann trýsta samgonguna

- Kjakið um IOC limaskap kann trýsta samgonguna
- Kjakið um IOC limaskap kann trýsta samgonguna, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari
Árni Gregersen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.11.2026 - 20:10

- Kjakið um IOC limaskap og tjóðarsemjuna kann trýsta samgonguna. Serliga Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari.

 

Tá ÍSF boðaði frá hósdagin, at Føroyar ikki fáa limaskap í IOC og at føroysk ítróttarfólk ikki sleppa at umboða Føroyar í olympisku leikunum, so kom kjakið um tjóðarsemjuna av álvara aftur á breddan. 

 

- Tað er helst ikki tað sum er altavgerandi. Eg veit, at tað er týningarmikið fyri okkara ítróttarfólk at sleppa avstað, men tað broytir kanska ikki so nógv, tá tað kemur til ríkisrættarligu støðuna, um vit luttaka á OL ella ikki. Har eru aðrir limaskapir, sum liggja fyri framman. Vit arbeiða eisini við at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Vit royna at sleppa framat marknaðum um allan heimin og skjótasta fetið at fáa fríhandilsavtalur er at fara uppí EFTA felagsskapin, sigur Árni Gregersen. 

 

Hann sigur eisini at tjóðarsemjan og ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum helst ikki fylla so nógv hjá flestum veljarum. 

 

 

- Men har trúgvi eg, at eitt hondbóltslandslið, sum ikki sleppur til OL, tað kann fáa gongd í kjakið aftur, sigur Árni Gregersen.

 

Løgmaður, Beinir Johannesen, var skjótur at taka í egnan barm og vísa á, at bólturin nú liggur hjá politisku skipanini. Tí bjóðaði hann forfólkunum í øllum flokkum á fund í næstum. Samstundis hevur varaløgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, staðfest, at vit ikki skulu gerast sjálvstøðug tjóð. Og at IOC limaskapur ikki skal setast upp móti loysing.

 

Hoyr samrøðuna við Árna Gregersen her

 

1845525

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592