Fótbóltsmenninir byrja í Kekkia

Fótbóltsmenninir byrja í Kekkia
Føroyar spæla fyrsta dystin á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars og seta punktum úti ímóti annaðhvørt Fraklandi ella Kroatia. Skráin fyri HM-undankappingina er nú løgd
Hesir byrjaðu inni í síðsta Nations League-dystinum í fjør ímóti Norðurmekedónia í Skopje. Um góðar tríggjar mánaðir byrjar HM-undankappingin
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
13.12.2024 - 21:05

Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum leggur fyri á útivølli ímóti Kekkia, tá HM-undankappingin byrjar um góðar tríggjar mánaðir.

Fyrsti dysturin verður leygardagin 22. mars, tá kekkar taka ímóti Føroyum. Tríggjar dagar seinni gongur leiðin til Montenegro, skrivar fsf.fo.

Í juni taka Føroyar ímóti Gibraltar á Tórsvølli, áðrenn annaðhvørt Frakland ella Kroatia vitja í september. Beint eftir tann heimadystin skal Føroyar til Gibraltar at spæla fimta undankappingardystin.

Í oktober koma Montenegro og Kekkia á Tórsvøll, áðrenn undankappingin endar á útivølli ímóti fraklendingum ella kroatum. 

Hvørt tað verður Frankaríki ella Kroatia, ið endaliga verða í bólki L, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum, sum eru á skránni 20. og 23. mars. Taparin verður í bólki L, meðan vinnarin endar í bólki D, saman Ukraini, Íslandi og Aserbadjan.

SÍ EISINI: Landsliðsmálverji vil hava 10 stig

 

Leikskráin
22. mars: Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars: Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
9. juni: Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)
5. september: Føroyar – Frakland/Kroatia (kl. 19:45)
8. september: Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)
9. oktober: Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)
12. oktober: Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)
14. november: Frakland/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483