Reyðikrossur Føroya letur eina millión krónur til hjálpararbeiði

Reyðikrossur Føroya letur eina millión krónur til hjálpararbeiði
Partur av peninginum frá landsinnsavningini hjá Reyðakrossi Føroya verður latin til hjálpararbeiði í Suðursudan og Filipsoyggjum
Mynd: Shutterstock.com / kursat-bayhan  
 
16.12.2024 - 16:56

Reyðikrossur Føroya hevur latið eina millión krónur til hjálp í Suðursudan og Filipsoyggjum.

Hetta er partur av peninginum, sum kom inn til landsinnsavningina herfyri.

Reyðikrossur letur 500.000 krónur til hjálp í Suðursudan, sum stríðist við álvarsamar samfelagsligar kreppur, har milliónir av fólki líða undir manglandi mattrygd, lívshættisligum sjúkum, og avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Nógv hava mist heim og lívsgrundarlagið. 

 

Lívbjargandi hjálp

Stuðulin úr Føroyum verður brúktur til lívbjargandi hjálp, eitt nú mat, reint vatn, heilsutænastur, útbúnað og skýli.

Samstundis verður eisini arbeitt við at styrkja lokalsamfeløgini, so tey betur klára framtíðar avbjóðingar, skrivar hjálparfelagsskapurin.

Reyðikrossur Føroya letur eisini Filipsoyggjum 500.000 krónur í hjálp.

Filipsoyggjarnar eru meint raktar av ódnum og vatnflóðum innan heilt stutta tíð. 

 

Fleiri ódnir

Tað er vanligt, at Filipsoyggjarnar verða raktar av ringum ódnarveðri, men í ár hava fleiri ódnir í eitt stutt tíðarskeið elvt til stóran skaða á heim, lívsgrundarlag og undirstøðukervið.

Stuðulin verður brúktur til reint vatn, mat, heilsutænastur og neyðhjálp til tey, ið hava mist alt.

Eisini verður dentur lagdur á at hjálpa børnum, sum hava mist skúlatíð, og kvinnum og familjum við serligum tørvi á vernd og trygd, sigur Reyðikrossur Føroya í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290