Fimmtiára dagur á Argjum

Fimmtiára dagur á Argjum
Sunnudagin verður Kirkju- og missiónshúsið á Argjum 50 ár
Kirkjan og missiónshúsið á Argjum kom í 1974.
 
19.12.2024 - 06:49

Sunnudagin verður Kirkju- og missiónshúsið á Argjum 50 ár.

Argja kirkju- og missiónshús heldur dagin við gudstænastu kl.11.00.

Uni Næs, dómpróstur, prædikar, og prestarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi eru við. 

Kvinnukórið á Argjum, Tabitha, syngur.

Alfred Hansen, klokkari, og Gunnar Reynslág, deknur, hava verið kirkjutænarar frá fyrsta degi.

Teir vera eisini kirkjutænarar sunnudagin.

Ari Hammer Joensen spælir urgu.

Beint eftir gudstænastuna eru øll boðin til døgurða í neystinum hjá Argja Róðrarfelagi. 

Har syngur argjamaðurin Bárður Johannesen og ein annar argjamaður, Eyðun á Borg, hugleiðir um heimbygdina. 

Ein bóklingur um søguna hjá Kirkju- og missiónshúsinum, sum Gunnar Reynslág hevur lagt til rættis, kemur sunnudagin.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065