Kristrún forsætisráðfrú í Íslandi

Kristrún forsætisráðfrú í Íslandi
Forkvinnan í Samfylkingini, Kristrún Frostadóttir, verður nýggj forsætisráðfrú í Íslandi. Samfylkingin, Flokkur Fólksins og Viðreisn eru í nýggju stjórnini
 
21.12.2024 - 15:25

Floksleiðarin í íslendska javnaðarflokkinum, Kristrún Frostadóttir, verður nýggjur forsætisráðfrú Íslands, skrivar RUV.

Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, skipaði nýggju stjórnina í dag eftir altingsvalið, sum var í november.

Í nýggju íslendsku stjórnini verða Samfylkingin, Flokkur Fólksins og Viðreisn. Stjórnin ætlar at raðfesta búskapin í landinum við millum annað at minka um umsitingina.

Hon vil eisini hava fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal halda fram við samráðingunum um ES-limaskap. Atkvøðugreiðslan skal fara fram í seinasta lagi í 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520