Tíggjundi hvør fiskidagur rokin

Tíggjundi hvør fiskidagur rokin
Fiskidagarnir vera 10 prosent færri næsta ár enn í ár
Fiskidagarnir vera færri næsta ár.
 
23.12.2024 - 08:58

Fiskidagarnir vera 10 prosent færri næsta ár enn í ár.

Fiskidagarnir í 2025 eru kunngjørdir.

Trolarar hava 4.064 dagar. Teir hava 4.515 í ár.

Hetta er á innaru fiskidagaleiðini.

Á ytru leiðini hava teir 1.594 dagar í ár og fáa 1.435 dagar næsta ár. 

Línuskipini fáa 1.425 dagar. Tey hava 1.583 dagar í ár.

Stórir útróðrarbátar fáa 1.213 dagar næsta ár.

Teir hava 1.358 í ár.

Trolbátar fáa 978 dagar, teir hava 1.086 dagar í ár.

Og teir smæstu útróðrarbátarnir fáa 5.481 dagar umframt 1.327 dagar til ikki fullriknar bátar.

Teir hava í ár 6.090 dagar umframt 1.475 dagar til ikki fullriknar bátar.

Havstovan mælti til at skerja fiskidagarnar 10 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025