Nógv deyð í flogvanlukku í Suðurkorea

Nógv deyð í flogvanlukku í Suðurkorea
Ein flogvanlukka í Suðurkorea hevur kravt 179 mannalív
Mynd: Jung Yeon-Je/AFP/Ritzau Scanpix  
 
29.12.2024 - 10:29

Flogskiparin fekk ikki bremsað flogfarinum, tá tað setti seg á flogbreytina í Muan. 

Myndir vísa, at flogfarið fór út av flogbreytini og rakti ein vegg. Eldur kom í og flogfarið kolaðist upp.

181 fólk vóru umborð, 175 ferðafólk og flogmanningin, sum taldi seks.

Tvey fólk eru bjargað.

Suðurkoreanska flogfelagið, Jeju Air, átti flogfarið, sum var av slagnum Boeing 737-800.

Svørtu kassarnir í flogfarinum eru funnir.

Orsøkin til vanlukkuna er ikki staðfest enn. Men sløkkiliðsmyndugleikarnir siga, at hildið verður at keðilig veðurlíkindi og fuglar kunnu hava verið orsøk til vanlukkuna.

Hetta er ringasta flogvanlukka, sum er hend á Suðurkoreanskari jørð yvirhøvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290