Eldri skip sleppa ikki í FAS

Eldri skip sleppa ikki í FAS
Markið var sett fyri at fáa føroyska flaggið av gráa listanum upp á hvíta listan hjá felagsskapinum, sum hevur eftirlit við, at skip halda altjóða trygdarkrøv
Sjóvinnustýrið hevur heimild til at loyva eldri skipum enn 20 ár í FAS, um serlig atlit tala fyri tí.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.01.2025 - 10:42

Skip, sum eru eldri enn 20 ár, sleppa ikki í FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingina.

Tað var ásett fyri at fáa føroyska flaggið av gráa listanum upp á hvíta listan hjá Paris MoU. 

Paris MoU er altjóða felagsskapur, sum hevur eftirlit við, at skip, sum koma í havn, halda øll altjóða trygdarkrøv. 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, sum spurdi um aldursmarkið.

 

Sjóvinnustýrið kann geva undantak

Tó hevur Sjóvinnustýrið heimild til at loyva eldri skipum enn 20 ár í FAS, um serlig atlit tala fyri tí, svarar Høgni Hoydal.

Hann sigur, at tað er ein sannroynd, at eldru skipini standa fyri meginpartinum av afturhaldingunum kring heimin. 

Paris MoU heldur skipum aftur, sum ikki lúka krøvini, sum Paris MoU setur.

 

DIS tolir meira

DIS, sum er danska skrásetingin, tolir nógv fleiri afturhaldingar, áðrenn tað ávirkar teirra flagg. DIS hevur 700 skip, FAS hevur 77. 

Bárður á Lakjuni sigur, at hann veit um minst eitt føroyskt reiðaríi, sum hevur skip í DIS, men vil hava tey í FAS. 

Men aldursmarkið, sum er 20 ár, forðar fyri tí, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715