Skrúva fyri vatninum um náttina

Skrúva fyri vatninum um náttina
Nógvi kuldin, sum hevur ligið í nakrar vikur nú, hevur síðan fyri ársskiftið elvt til vatntrot á Stykkinum, har tað nú verður skrúvað fyri um náttina.
Kvívíkar kommuna brúkar sløkkiliðsbilin til at pumpa vatn úr Breiðá á Stykkinum og niðan í brunnin
Mynd: Kvívíkar kommuna  
 
05.01.2025 - 10:21

Rørini til reinsiverkið á Stykkinum eru fryst, og tí hevur verið neyðugt at fingið sløkkiliðsbilin at pumpa vatn úr Breiðá á Stykkinum og niðan í brunnin.

Hetta ber bara til at gera í nakrar tímar, tí slangurnar frysta, sigur Kvívíkar kommuna.

Tí hevur verið heitt á fólk á Stykkinum í fyrsta lagi um at spara upp á vatnið og í øðrum lagi at kóka tað.

Kommunan skrúvar nú fyri vatninum um næturnar, so leingi sum frost er, og fyrstu ferð var frá á midnátt til klokkan sjey í morgun.

Gerandisdagar verður skrúvað fyri frá á midnátt til klokkan sjey um morgunin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985