Ukraina hevur framt fleiri álop á russiskar oljugoymslur

Ukraina hevur framt fleiri álop á russiskar oljugoymslur
Herurin sigur, at Ukraina hevur framt álopini í nátt í russisku landspørtunum Kaluga og Tula
 
18.01.2025 - 17:14

Ukrainski herurin sigur, sambært Reuters, at Ukraina hevur framt álopini í nátt í russisku landspørtunum Kaluga og Tula.

Guvernørurin í Kaluga, Vladislav Shapsha, skrivar á Telegram, at eldur kyknaði í býnum Lyudinovo. Hann sigur eisini, at Russland skeyt niður sjey dronur.

Guvernørurin í Tula, Dmitry Milyaev, skrivar á Telegram, at eldur kom í ein goymslutanga eftir ukrainska álopið í nátt.

Eingin fólkaskaði er fráboðaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815