Norsk fótbóltsfeløg vraka VAR

Norsk fótbóltsfeløg vraka VAR
Ein meiriluti av norsku fótbóltsfeløgunum vil hava VAR út úr norsku kappingini. Norska fótbóltssambandið tekur spurningin upp í næstu viku
Norsk fótbóltsfeløg skoyta ikki um VAR. Norska fótbóltssambandið tekur málið upp á fundi í næstu viku
 
22.01.2025 - 20:01

Felagsskapurin hjá feløgunum í tveimum teimum bestu deildunum í Noreg - Norsk Toppfotball - hevur á atkvøðugreiðslu í dag gjørt av at gevast við at brúka VAR í norsku landskappingini.

Av teimum 32 feløgunum atkvøddu 19 fyri at gevast við VAR, og 13 atkvøddu ímóti.

"Vit halda, at hendan tøknin hevur møguleikar, út frá orðaskiftinum og atkvøðugreiðsluni í dag síggja vit eisini, at ein meiriluti av okkara feløgum halda, at VAR í núverandi líki ikki riggar nóg væl," sigur formaðurin í Norsk Toppfotball, Cato Haug, í einum tíðindaskrivi.

Tað er tó ikki bara upp til Norsk Toppfotball at gera av, um VAR skal brúkast ella ikki. Tann avgerðin liggur eisini hjá norska fótbóltssambandinum NFF. Sambært norska kringvarpinum NRK verður spurningurin um VAR eisini tikin upp á nevndarfundi hjá NFF 28. januar.

Viðhaldsfólk og fjepparafeløg í Noregi hava eisini talað fyri at gevast við at brúka VAR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858