Skulu goyma CO2 í undirgrundini

Skulu goyma CO2 í undirgrundini
DecarbFaroe er ein verkætlan, sum skal hjálpa til at røkka málinum um null-útlát av CO2.
 
26.01.2025 - 19:44

Føroyar eru partur av einari verkætlan, sum eitur DecarbFaroe, sum skal hjálpa til fyri at røkka málinum um null-útlát av CO2. Tað skal gerast við at gera eina CO2-goymslu, har CO2 verður blandað við vatn og síðan goymt í undirgrundini í Føroyum.

Talan er um eina royndarverkætlan, sum millum annað verður stuðlað av ES, og kemur stuðulin undir land, skulu nógvar kanningar gerast, áðrenn farið verður undir at goyma CO2 í føroysku undirgrundini.

Tá CO2 verður goymt í basalti, reagerar tað við grótið í undirgrundini og blívur til tirnur. Tí verður hetta mett at vera ein máti at kanna goyma CO2 uppá, so tað ikki fer út í atmosferuna.

Tað eru 21 samstarvsfelagar, sum hava søkt um stuðul frá ES til hesa roynarverkætlanina. Talan er um lond í Evropa, USA og India, og úr Føroyum eru tað Jarðfeingi, SEV og Bakkafrost, sum eru uppi í. 

Tað ber í løtuni ikki til at siga, hvat royndarverkætlanin fer at kosta, men talan er um nakrar milliónir krónur, sum verða fíggjaðar við 60 prosentum í stuðli frá ES og 40 prosentum sum eginfígging. 

Katrin Johannesen tosaði við Rakul Mariu Johannesen, PhD-lesandi á Jarðfeingi, sum er partur av royndarverkætlanini.

 

Lurta eftir innslagnum, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.

1722424 (Av tekniskum ávum ber ikki til at leggja innslagið út í løtuni. Vit royna aftur seinni)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167