Arbeiðsloysið minni enn eitt prosent

Arbeiðsloysið minni enn eitt prosent
Størsta arbeiðsloysið í fjør var í februar, mars, juni og juli, tá tað var 1,2 prosent
Arbeiðsloysið í desember var tað sama sum í desember í fyrraárið, 0,9 prosent.
Mynd: Hagstovan  
 
28.01.2025 - 14:20

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í desember í fjør, tað sama sum í desember 2023.

Arbeiðsloysið hjá monnum vaks eitt vet, men tað minkaði hjá kvinnum, sigur Hagstovan.

Men tølini eru lítil.

Størsta arbeiðsloysið í fjør var í februar, mars, juni og juli, tá tað var 1,2 prosent.

Tá arbeiðsloysið var minst í fjør, var tað 0,9 prosent.

Í desember í fjør vóru 285 fulltíðararbeiðsleys, og tað vóru 13 fleiri enn sama tíðarskeið í 2023.

Hagstovan skrivar, at í fjør var arbeiðsloysið størst í aldursbólkinum 25 til 34 ár.

Í desember var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki, 0,5 prosent. Størsta arbeiðsloysið i desember var í Suðustreymoyar øki,1,2 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329