Løn í skúlatíðini

Løn í skúlatíðini
Næmingar í Heilsuskúlanum skulu nú fáa løn, meðan teir eru í skúla
Heilsuskúlin er í skúladeplinum í Hovi.
 
30.01.2025 - 06:42

Næmingar í Heilsuskúlanum skulu nú fáa løn í skúlatíðini.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt uppskot um tað.

Tað er í stuttum, at næmingar fær løn frá útbúgvingarstaðnum, tað er arbeiðsgevaranum.

Arbeiðsgevarin fær 60 prosent av minstulønini endurrindaða ávís tíðarskeið í útbúgvingini, har næmingurin ikki er á fasta starvsvenjingarstaðnum.

Hetta verður gjørt fyri at fáa fleiri at útbúgva seg í heilsu- og vælferðarøkinum, sigur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið.  

Kunngerð í staðin fyri lóg   

Eisini verður býti millum skúla og starvsvenjing í útbúgvingartíðini tillagað.

Ásetingarnar skulu ikki longur vera í lógini, men í kunngerð.   

Orsøkin er, at fólk vilja hava møguleikan at taka heilsurøktaraútbúgvingarnar sum parttíðarlesnað yvir longri tíð enn vanliga útbúgvingin tekur.

Uppskotið fer at kosta landinum 14 mió.kr. í 2027, tá skipanin er komin á mál.

Í ár kostar skipanin tvær milliónir krónur og fimm milliónir næsta ár.

Lønarendurgjaldið fyri ein heilsuhjálparanæming er 2.354 kr. um vikuna.

Lønin er 3.924 kr. um vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221