Javnaðarflokkurin leggur nevndarkabalu

Javnaðarflokkurin leggur nevndarkabalu
Politiskur viðmerkjari heldur, at møguliga verður fyrireikað, at Ingilín D. Strøm skal taka við sum forkvinna í flokkinum
Ingilín D. Strøm fór aftur í løgtingið, tá legði frá sær sum landsstýriskvinna.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
06.02.2025 - 08:59

Í Javnaðarflokkinum verður ein stór og torfør kabala løgd í løtuni. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, váttaði fyrr í vikuni fyri Norðlýsinum, at Javnaðarflokkurin fer at umskipa sínar nevndarsessir í løgtinginum, og at Ingilín D. Strøm skal hava fleiri nevndarsessir. 

Síðani Ingilín D. Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna og fór aftur í tingið, hevur hon sitið í rættarnevndini. Henda sessin hevði Súsanna Bertholdsen, sum nú er landsstýriskvinna í heilsumálum. 

 

Løgmaður ætlar, at Ingilín D. Strøm skal fáa fleiri nevndarsessir í tinginum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ingi Samuelsen, politiskur viðmerkjari, heldur, at ætlanin er møguliga at gera klárt til, at Ingilín D. Strøm kann taka við sum forkvinna í Javnaðarflokkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06022025_Javnadarflokkurin_og_nevndir

 

Ingi Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


Ingilín D. Strøm hevur onga viðmerking um, hvørjar nevndarsessir hon fer at krevja. 

Eisini hevur ljóðað, at nevndarsessirnir hjá Tjóðveldi skulu mannast av nýggjum, men tað avsannar Sirið Stenberg, forkvinna, í skrivligum boðum til Kringvarpið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938