Stórt omanlop við Selnes í Svínoy í dag

Stórt omanlop við Selnes í Svínoy í dag
Seinnapartin í dag varnaðust fólk í Fugloy, at tað var lopið norðuri í Skorunum í Selnesi, sum er norðast í Svínoy. Talan er um eitt stórt lop, sigur Regin Meyer Olsen
Tað er eitt rættiliga stórt lop, sum talan er um í Selnesi í Svínoy í dag, sum myndirnar vísa
 
10.02.2025 - 21:23

Tað hevur verið øgiliga vátt og nógv avfall og tað er einki at ivast í, at tað er vatn, sum er komið í sprungurnar og so er tað allarhelst samlað so nógv, at nú var eitt ordiligt omanlop, sigur Regin Meyer Olsen, ið er ein av festarunum. 

Regin Meyer Olsen er í haganum við jøvnum millumbilum, og tað var hann eisini í morgun. Hann plagar viðhvørt at fara inn í skorarnar, men tað gjørdi hann ikki í morgun. Hann steðgaði á soleiðis, at hann sá niður á Selnes, og tá legði hann merki til, at hann ongan seyð sá. 

Tá hann kom heimaftur um hálvgum tvey tíðina varnaðist hann, at fugloyingar løgdu myndir inn á bólkin, sum svínoyingar hava á Facebook, sum vístu, at tað var lopið norðantil á oynni. 

- Tað er eitt rættiliga stórt omanlop, og tað er farið ein stórur partur av skor unum, heilt upp ímóti eggini, har sum hevur verið gangandi ígjøgnum skorarnar, rættiliga langt inn. Og nú er tað so slett ikki gangandi, sigur Regin Meyer Olsen. 

Fólk á Kirkju hava sæð lopið og tey tóku myndir, sum vístu dustroyk úr sjóvarmálanum, og tað er sjálvandi eitt tekn uppá, at tað var lopið stutt frammanundan.  

Selnes er útnyrðingsparturin av Svínoynni og Ritan plagar at sigla fram við Selnesi, tá hon fer til Fugloyar, og tá hon fór fram við økinum, har tað er lopið, tók manningin myndir, sum vísa, at talan er um eitt rættiliga ógvisligt lop. 

Regin Meyer Olsen sigur, at tað er lopið í økinum áður, men ikki á leið so ógvisligt sum hetta lopið. 

Nú er tað so, at fuglur livir í berginum og soleiðis er eisini í Selnesi. Sambært Regini Meyer Olsen er talan mest um havhest og minni av lunda. 

 

Hoyr innslagið, sum var í tíðindasendingini á nátturða í kvøld:

1725309

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672