Matvøruprísirnir hækkaðir meira enn 22 prosent seinastu trý árini

Matvøruprísirnir hækkaðir meira enn 22 prosent seinastu trý árini
Prísvøksturin hesa tíðina hevur verið tvífalt so stórur, sum hann var alt tíðarskeiðið 2009 til 2022
Prísirnir eru hækkaðir mest á frukt og grønmeti. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.02.2025 - 12:20

Prísirnir á matvørum eru hækkaðir meira enn 20 prosen seinastu trý árini.  

Orsøkin til stóra prísvøksturin kemur uttaneftir, sigur Kappingareftirlitið, sum hevur kannað matvøruprísirnar.

“Slíkur prísvøkstur hevur ikki verið at sæð í nýggjari tíð”, staðfestir Kappingareftirlitið í eini kanningini.

Prísvøksturin er tvífalt so stórur seinastu trý árini, sum hann var tilsamans fyri tíðarskeiðið 2009 til 2022. 

Les kanningina her.

Einki bendir á, at matvøruvinnan í Føroyum hækkaði sín egna vinning av matvørum í sambandi við koronufarsóttina í 2020, ella kríggið í Ukraina í 2022, slær Kappingareftirlitið fast. 

Prísirnir eru hækkaðir mest á frukt og grønmeti, og síðani koma kjøtvørur og kornvørur, sum t.d breyð. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14022025_Matvoruprisir

 

Kappingareftirlitið fer at gera neyvari kanningar og taka aðrar húsarhaldsvørur við í kanningina.

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655