Kringvarpið vísir "Hvíta Gullið" í kvøld

Um KVFTíðindi
Kringvarpið vísir "Hvíta Gullið" í kvøld
Umstríddi dokumentarurin hjá Danmarks Radio, "Grønlands hvide guld", um eitt nú útvinningina av kryolitti, verður í sjónvarpinum klokkan 19.55 í kvøld
Mynd: DR  
 
17-02-2025

Hevur Grønland altíð verið ein útreiðsla fyri Danmark? 

Dokumentarurin grevur djúpt niður í fíggjarliga sambandið millum tveir partar av okkara ríkisfelagsskapi.

Við byrjan í kryolittminuni í Suðurgrønlandi fylgja vit pengasporinum frá einum holi í grønlendsku undirgrundini til pengamenn sum C. F. Tietgen og danska statin.

Vit fylgja áhugaverdu søguni um upprunan av kryolittminuni, og hvussu grønlendska kryolittið millum annað bleiv brúkt til at framleiða aluminium til 200.000 sameind flogfør undir øðrum heimsbardaga.

 

Finnast hvassliga at sendingini

Danskir politikarar og danskir miðlar hava alla vikuna funnist hvassliga at sendingini, tí tað sambært fleiri miðlum verða brúkt villeiðandi tøl. 

Ein av niðurstøðunum í sendingini er, at Danmark í 130 ár hevur fingið tað, sum í dag svarar til 400 milliardir krónur, frá kryolittminum í Grønlandi. Hetta siga summir granskarar er villeiðandi, tí talan bert er um umsetning.

Talið kann ei heldur samanberast beinleiðis við danska blokkstuðulin, sum Grønland hevur fingið tey árini.

Thomas Falbe, chefredaktørur hjá DR, sigur við fakblaðið Journalisten í dag, at kundi hann skrúvað tíðina aftur, hevði hann gjørt fleiri ting øðrvísi. 

- ‎Heldur enn at kjakast um týdningarmiklu evnini í dokumentarinum, so kjakast vit um trúvirðið hjá teimum, ið hava gjørt sendingina. Tá er okkara uppgáva ikki eydnast, sigur Thomas Falbe. Greinin í Journalisten kann lesast ókeypis her.

 

Eisini føroyskur kritikkur

Johnny í Grótinum, sum er búskaparfrøðingur og formaður í Búskaparráðnum, vísir somuleiðis á nøkur kritikkpunkt í grein á Vágaportalinum.

Hann skrivar millum annað soleiðis:

- ‎Hesin dokumentarurin er avgjørt viðkomandi, nú val er útskrivað í Grønlandi, og amerikanski forsetin av álvara hevur sett Grønland og ríkisfelagsskapin á altjóða breddan. Men dokumentarurin er ikki búskaparfakliga dygdargóður, tí ein skeiv uppgerð av vinninginum hjá Danmark av kryolittminuvirkseminum verður løgd fram. Hóast veikleikar við uppgerðini og ósemja verður umrødd, so er endaligi boðskapurin og niðurstøðan í dokumentarinum ikki til at fara skeivur av. Ella jú, mann fer júst skeivur av at taka dokumentarin fyri fult.

Øll greinin kann lesast her.

 

 

Hvat: Hvíta gullið (Grønlands hvide guld)
Hvar: Í sjónvarpinum
Nær: Í kvøld, mánakvøld, kl 19.55
Framleitt: DR

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558

Um kvf css